Loading Events
Stroyming |

Gåsehud

Nær

1. juni 2020 kl. 17:00

Longd

Áleið 1 tími

Gåsehud

Gåsehud
Frá Festspillene 2019.
160 barnaraddir syngja klassisk meistaraverk.

Konsertviolinisturin Berit Cardas heldur, at tað hevur sera stóran týdning at læra klassiskan tónleik. Hon hevur tí verið á fýra skúlum í Bergen og latið dyrnar til stór klassisk verk upp fyri púra vanligum 5. flokksnæmingum. Og nú sleppa hesi børnini at skína á pallinum, ímeðan tey framføra stórverkini.

“Mest av alt ønsker jeg at barna skal kjenne i seg selv lidenskapen for den musikken som vi skal framføre. Oppleve bruset i brystet og gi etter for trangen til å vise frem oppdagelsene sine”, sigur Cardas

Eitt heilt ár við nervum, terping av russiskum og øðrum fremmandum sagntekstur og nógvum, nógvum tímum av venjingum, og tey 10ára gomlu eru klár. Saman við Bergen Filharmoniske Orkester framføra tey verk so sum Trælakórið, Dies Irae og Hallelujakórið.

Gåsehudkoret og Bergen Filharmoniske Orkester hava eisini pianisin Charlie Albright við á konsertini.

Vælkomin til eina konsert, sum við vissu fer at geva tær gásarhold.

Hvar