Loading Events
Summartónar | SALT

Gantriis-Zimmermann guitar duo

Nær

19. august 2021 kl. 20:00

Longd

Áleið 1 tími

Hvar

SALT

Kostnaður

DKK 50

Gantriis-Zimmermann guitar duo

Gantriis-Zimmermann Guitar Duo tekur tykkum við á eina bergtakandi ferð inn í ein fjølbroyttan klangheim við einum ljóðføri, sum hevur hugtikið og inspirerað so mong, men her er presenterað sum tey fægstu hava hoyrt tað.

Til Summartónar er duoin ovurfegin at millum annað kunna framføra føroyskan tónleik eftir Kára Bæk, Kristian Blak, Eli Tausen á Lava og Teitur. Volkmar Zimmermann og Kristian Gantriis eru báðir altjóða viðurkendir gittaristar, sum hava eina umfatandi konsertkarrieru aftanfyri seg.

Teir hava spælt konsertir og givið masterclasses bæði í Danmark og í altjóða høpi, umframt at hava útgivið eina røð av ummælararóstum tónleikaútgávum.

Hvar