Loading Events
Konsert | SALT

Frændur á ferð

Nær

15. oktober 2021 kl. 22:00

Longd

Áleið 1 tími og 50 minuttir

Hvar

SALT

Kostnaður

DKK 250

Frændur á ferð

Frændur á ferð – Salt 15/10
Summarið er farið at halla. Men tónleikurin kennir ongan aldur.
Góðu gomlu Frændur eru framvegis føroysk fólkaogn. Og enn skulu søgurnar sigast og sangirnir spælast. Tað er nú vit skulu liva. Ja, syngja og minnast góðar løtur.
Tríggjar serstakar framførslur eru á skránni.  Trý hugnakvøld, har Frændur bjóða ungum sum tilkomnum leskandi skaldadrykkir og tónlistarligar bestubitar.

Við fullari og góðari manning aftanfyri seg trína Eyðun, Rani og Steintór á pallin saman.
Á bass Johannus á Rógvu, keyboard Kim Hansen og trummur James Olsen.

Fyrst í Fuglafirði. Harnæst í Havnini. Og triðja tiltakið verður á Tvøroyri fríggjakvøldið 15/10.

Vit í Salt eru fegin av at vera vertur til ta síðstu av hesum serstøku konsertupplivingum.

Frælsi er títt vakra navn. Eg vil liva fyri kærleikan eg fái frá tær. Eg vil elska eg vil syngja. Eg í 80´inum livi. So javnt millum føringar Føroyar. Í einum túni situr hundurin Brúni. Men krútið í vápnum gerst ongantíð breyð. Tit søgdu noy til trælahald. Ella hvør segði, minnist tú gildið!?

Vælkomin!

*Atgongumerki verða einans seld á atgongumerki. fo ella salt.fo*

Hvar