Vælkomin í SALT til eitt kvøld við fimm føroyskum stuttfilmum og novellufilmum.
Hesir filmar verða á skrá:
Perlan:
Tveir fátækir útróðrarmenn eru til útróðrar, og annar teirra finnur ien perlu í eini Jákupskel. Hetta fær avleiðingar fyri báðar.
Leikstjóri: Terji Mohr
Spælilongd: 8 min
Trøllabeiggi:
Ein skerpiwestern. Ein Filmur um tveir serlingar, tveir beiggjar, sum búgva einsamallir og royna at bjarga garðinum, aftaná at eldri beiggin er deyður.
Leikstjóri: Gudmund Helmsdal
Spælilongd: 30 min
Skuld:
Andrea arbeiðir sum sjúkrarøktarfrøðingur hjá eini doyggjandi konu. Andrea dregist sjálv við stórari sorg. Tað hendir slíkt í filminum, sum ger, at Andrea sær í eyguni, at eingin kann rýma undan fortíðini.
Leikstjóri: Heiðrikur á Heygum.
Spælilongd: 29 min
Vit/kenslur:
Ein filmur, sum tekur evni upp, sum eru ring at tosa um. Filmurin vendir sær til ungdómin, og snýr seg m.a. um stigmatisering og tabu.
Filmurin er gjørdur í Nóllywood í 2019 og Klippfisk hevur verið við í framleiðsluni.
Leikstjóri: Anna Joensen Næs.
Spælilongd: 14 min
Tunnan:
Filmurin byggir á eina veruliga hending. 4 menn finna eina tunnu, fulla av løgi. Teir skulu finna út av, um hetta er sprutt ella træspritt. Eingin teirra vil vera fyrstur at leggja tunguna á.
Leikstjóri: Jóhannes B. Lamhauge.
Skrivað og samskipað: Jónfinn Stenberg.
Spæilongd: 29 min