Loading Events
Stroyming, Tiltak | SALT

Ferðin út í rúmdina

Nær

6. oktober 2020 kl. 18:00

Longd

Áleið 2 tímar

Hvar

SALT

Kostnaður

DKK Free

Ferðin út í rúmdina

Ferðin út í rúmdina
Fyrilestrarhaldari: professari í astrofysikk Hans Kjeldsen, Institut for Fysik og Astromi, Aarhus Universitet
Mál: danskt
Entré: ókeypis

Hvussu koma rúmdarsondur og satelittar í roynd og veru út í rúmdina? Hvussu verða hesar lagdar á eina ávísa kós? Ja, hetta eru rakettvísindi !
Hoyr um fysikkina, sum ger, at rakettur kunnu lyfta rúmdarsondur og fylgisveinar upp frá jørðini og accelera tær út í tað lufttóma rúmið.

Tá ið ein setelittur verður sendur út í rúmdina, er tað avgerandi, at hetta hendir við eini ferð uppá 28.000 km/t fyri at kunna koma í ringrás kring jørðina – annars vil fylgisveinurin detta niður aftur.
Men hvussu letur tað seg gera at koma upp i so nógva ferð?
Hvussu rakar fylgisveinurin og heldur kós á rætta bananum og skiftir kós millum banarnar?
Hvussu langt uppi yvir okkum ferðast teir fylgissveinar, sum vit, eitt stjørnuklárt kvøld, kunnu síggja førka seg á himmalhválvinum ……. og hví detta summir fylgisveinar niður og brenna upp í lufthválvinum?
Hoyr um, hvussu ein rumdarferð verður skipað og planløgd, og fylg við út í rúmdina tá ið vit hyggja nærri at nøkrum aktuellum rúmdarferðum.
Spenn trygdarbeltið og byrja niðurteljingina til henda fyrilesturin um rúmdarferð og rakettvísindi fyri byrjarar.

Hvar