Loading Events
Konsert | SALT

Eivør

Nær

14. august 2021 kl. 20:00

Longd

Áleið 3 tímar

Hvar

SALT

Kostnaður

DKK 295

Eivør

Dyrnar lata upp kl 20:00
Konsertin byrjar kl 21:00
Tad er eingin stødgur í konsertini.

 

Várið 2020 vóru stórar ætlanir um at Eivør skuldi koma til Suðuroyar at halda konsert í Salt, men hetta bleiv av vælkendum grundum ikki til nakað. Nú sær út til at tíðin er komin, og 14. august verður so høvið at hoyra Eivør við bólki spæla í Salt.

Konsertin í Salt verður vónandi startskotið til eina langa konsertferð sum fer av bakkastokki tíðliga um heystið.

Í September 2020 kom fløgan Segl hjá Eivør út. Eftir ætlanini skuldi Eivør á stóra Europa turne, men orsaka av koronu bleiv alt avlýst, uttan konsertirnar í Norðurlandahúsinum. Aftaná konsertina í Norðurlandahúsinum skrivaði ummælari soleiðis: “Eivør-konsertin er meira enn flottur sangur og tónar framførdir av landsins dugnaligastu tónleikarum. Eivør er so nógv meira enn tað. Tað eru litirnir, flotta ljósseting, perfekta ljóðið og vinsæla aura Eivarar, ið skapa eina heilstoypta uppliving”.

Nú fáa vit so aftur  høvi at hoyra Eivør við bólki m.a. framføra tilfar av Segl, tá Eivør tann 14. august fer á pallin í Salt. Við sær á pallin hevur hon ein sterkan bólk, mannaður av Mikael Blak, Per Ingvaldi Højgaard Petersen og Mattiasi Kapnas.

Eivør greiðir frá, at á konsertunum fer hon at framføra løg av nýggjastu útgávuni, og umframt tað, verður eisini eitt úrval av hennara eldru sangum at hoyra.

Konsertin í Salt verður tann fyrsta av vónandi mongum konsertum í 2021, har Eivør við bólki serliga fer at framføra tilfar av nýggjastu fløguni.

 

Avmarkað pláss.

Hvar