Loading Events
| SALT

Café Salt

Nær

19. apríl 2023 kl. 19:00

Longd

Áleið 2 tímar og 30 minuttir

Hvar

SALT

Café Salt

‘Café Salt’ mikukvøldið klokkan 19.00:

Kvøldseta og útvarpssending við áhoyrarum og lurtarum

Kringvarpið og Mentanarhúsið SALT skipa aftur henda mánaðin fyri tiltaki á Drelnesi, her fólk eru
vælkomin at sessast, samstundis sum sent verður í útvarpinum.

Esmar Berg fer at greiða frá Hvalbiar søgu, Vivie Davidsen sigur frá Heilsuskúlanum, Gilli Rólantsson
Sørensen, Andre Dalfoss, og Poul Ingason støkka inn á gólvið at greiða frá TB og tilveruni sum
fótbóltspælari, og systrarnar Mariann og Birita Johansen greiða frá sínari uppseting av barnaleikinum,
‘Karius og Baktus’. Harumframt spæla tær eitt brot úr leikinum fyri okkum.

Lív Næss og Tróndur Enni duettin er húsorkestur og tað nú 45 ára gamla Tvøroyrar Hornorkestur spælir
eitt stykki.

Men eisini ein onnur duett hevur lovað at koma á gátt við sínari ukulele, og Gundurs Studioorkestur í
Trongisvági tekur í skrivandi stund upp lag, ið verður liðugt til Café Salt sendingina. So her er nógv at
gleða seg til.

Haraftrat verður ein bandað reportasja send, ið hevur til endamáls at lýsa, hvør undirtøkan er millum
suðuroyingar fyri Suðuroyartunnlinum.

Ver vælkomin at lurta í útvarpinum ella sum áhoyrari í SALT.

Kafé in hevur opið.

Hvar