Loading Events
|

Bókaframløga: RANGSTØÐA

Nær

14. apríl 2023 kl. 18:30

Longd

Áleið 2 tímar

Bókaframløga: RANGSTØÐA

Fríggjakvøldið 14. apríl klokkan 18.30, á sjálvum summarmála, leggur Danial Viðoy nýggju bókina Rangstøðu fram fyri almenninginum.

Rangstøða, sum er onnur bók hansara, kom út í november í fjør. Men av tí, at hann er sjómaður við tess sjóútlegd, verður hon av álvara ikki løgd fram fyrr enn nú.

Turið Sigurðardóttir, bókmentafrøðingur og forlagseigari handan Rangstøðu, sigur nøkur orð.

Eyðun Klakstein, journalistur, rithøvundur og útbúgvin fótbóltsvenjari, hevur samrøðu við Danial. Eydna J. Steinberg, sum hevur teknað forsíðuna, greiðir frá.

Og krúnan á verkinum er ein mynda-stuttfilmur um skrivitilgongdina handan Rangstøðu! Í millum innsløgini, spæla Lív Næs og Tróndur Enni góðan tónleik, umframt at næmingarnir í Miðnámsskúlanum í Suðuroy, Karin Enni og Ólavur Jacobsen, lesa brot upp.

*eisini fæst kaffi, te og bjór hetta komandi hugnaliga fríggjakvøld.

*bókin fæst fyri serprís

Vit síggjast!

Hvar