Loading Events
Stroyming |

Bjørn Tomren

Nær

26. mai 2020 kl. 20:00

Longd

Áleið 1 tími

Bjørn Tomren

Bjørn Tomren
Jodlandi fjøllistamaðurin, sum vit kenna betri sum Polkabjørn (& Kleine Heine), vísir nýggjar og myrkari síður av sær sjálvum.
Bjørn Tomren (f. 1981) kann sigast at vera ein av Noregis mest fjøltáttaðu tónleikarum. Hann varð fyrst kendur sum onnur helvtin av polka- og jodliduoini Polkabjørn & Kleine Heine, men hevur síðani ferðast ímillum fleiri ymsar genrur og verkætlanir.

Nevnast kunnu m.a. barkasangur (í trioini Huurd Altan Hangai Tu), sálmasangur (í trioini Samantha Foxtrot), americana (í bólkinum the Thomas Quickstep Experience) og punk (í bólkinum Tomra Konfeksjon). Tomren er eisini einasta listafólki á Festspill skránni, sum hevur ferðast alla longdina av Noregi heili 4 ferðir: til gongu, í kajakk, í árabáti og á skíum.

Í 2019 lat Tomren sína fyrstu egnu útgávu úr hondum, og tað er hetta tilfarið, sum hendan konsertin fer at snúgva seg um. Bad Science Fiction, sum útgávan eitur, fekk framúr góð ummæli og varð lýst at vera «visesang i americanatradisjonen, tungt lastet med slepne rytmer, klangrike strengeinstrumenter og trykkende stemninger.» BT

Við á konsertini hevur Tomren eina røð av góðum norskum tónleikarum, harímillum eisini hálva føroyingi Heine Bugge.

Hvar