Sum flest øllum kunnugt, hevur løgmansskrivstovan í gjár boðað frá, at 500 fólk kunnu savnast í skipaðum bólkum.
SALT sær fram til at taka ímóti skúlanæmingum, lærarum, foreldrum, SSP umboðum, narkopolitinum og SSP politinum mánadagin 12. apríl kl. 11:45.
Talan er um spennandi átak, sum bæði snýr seg um arbeiðið hjá narkopolitinum og SSP politinum, soleiðis, at fólk eisini fáa upplýsing um ungdómin og tað góða lívið.
SALT fegnast um, at tilmælini loyva fleiri fólkum at taka lut.
Hervið verður boðað frá, at øll eru vælkomin.
Almennu tilmælini verða fylgd, t.e. at listar liggja frammi, har gestir skriva navn og telefon nummar, soleiðis at til ber at spora øll, sum eru til staðar.
Lív & Tróndur framføra.
SALT & SSP skipa fyri.
Skrá:
1. Ólavur Rasmussen bjóðar vælkomin
2. Narkopolitiið sigur frá og svarar spurningum.
3. Tróndur & Lív framføra.
4. SSP Politiið kunnar um tað góða lívið og svarar spurningum.
Foreldur eru hjartaliga vælkomin !!!
Almennu tilmælini verða fylgd.