Loading Events
Summartónar | SALT

Anders Hjuler & Arnold Ludvig

Nær

22. juli 2021 kl. 20:00

Longd

Áleið 1 tími

Hvar

SALT

Kostnaður

DKK 50

Anders Hjuler & Arnold Ludvig

Føroyskur dansur í calligraphy og litir sýna estetiskst samstarv millum danska listamannin, Anders Hjuler, ið málar við akkryl og tusch,  og føroyska tónleikaran, Arnold Ludvig, bassspælari og spælir gandakendan elektroniskan tónleik.

Live paint millum listamálarar og tónleikarar hava stóran estetikk fyri bæði eygu og oyru.

Listamaðurin Anders Hjuler brúkar eitt serstakt stoff ið kallast “Fiber filt” sum líkist akvarellpappíri.  Tá ið vatn kemur í samband við hetta fiber filtið, fær tað ein ógvisligan ekspanderandi effekt, ið heldur fram við at virka, og kann enntá halda fram við at virka um ein koyrir meiri vatn á seinni.
Tað verður bygt eitt staffeli til fiberfiltið í byrjanini av konsertini, og síðanni kemur meiri filt so loypandi á scenuna.

Anders hevur fleiri ferðir roynt at fanga drívmegina í føroyska dansinum við kalligrafi og litum.

Hvar