Loading Events
Konsert | SALT

Aldubáran

Nær

13. juli 2018 kl. 19:00

Longd

Áleið 1 tími

Hvar

SALT

Kostnaður

DKK 50

Aldubáran

Aldubáran er stovnað í 1995; høvuðsendamálið var at virka fyri og framføra føroyskan tónleik.

Í dag hevur Aldubáran heilar 14 limir, sum spæla floytu, fagot, horn, trumpet, trombone, violin, bratsj, guitar og klaver.

Henda heldur óvanliga samansetingin av ljóðførum gevur konsertunum margfaldan dám og tónsmiðjum rásarúm.

Aldubáran hevur framført ein hóp av føroyskum og útlendskum verkum, sum hava fingið góð ummæli frá miðlum og almenninginum.

Hóast føroyskur tónleikur hevur ein stóran leiklut í skránni hjá Aldubáruni, hava høvuðsverkini hjá altjóða tónaskøldum eins stóran týdning.

 

Á hesi konsertini í SALT spælir Øssur Bæk violin, Páll Sólstein horn og Jóhannes Andreasen klaver, eisini ein óvanlig samanseting av ljóðførum.

Teir framføra verk hjá Brahms og Shen.

 

 

 

 

Hvar