Mál: danskt
Entré: Ókeypis
Fyrilestrarhaldarar:
Professari í kvartergeologi Nicolaj Krog Larsen, Globe Institute, Keypmannahavnar Universitet.
Professari í geofysikk David Lundbek Egholm, institut for Geoscience, Universiteti í Aarhuus.
Innlandsísurin hevur broytt grønlendska landslagið, og goymir framvegis ein hóp av loynidómum. Hoyr um meteorkratur, sum granskarar hava funnið undir ísinum, og um hvussu tann globala upphitingin ávirkar innlandsísin – yvirlivir Innlandsísurin ella er hann deyðadømdur?
Vit hoyra ofta í miðlunum, at Innlandsísurin í Grønlandi tiðnar, og at ein total niðursmelting ultimtivt kann føra til, at havið hækkar upp til 7 metrar.
Men hvat vita vit í roynd og veru um Innlandsísin? Hvussu leingi hevur hann eksisterað?
Hvat goymir seg undir ísinum? Og hvussu viðkvæmur er ísurin mótvegis veðurlagsvariatiónum?
Hetta eru nakrir av spurningunum, sum tú fært lýst undir fyrilestrinum.
Tú fært eisini innlit í nær Innlandsísurin varð til, og hvussu Grønland sá út áðrenn ísurin kom.
Harumframt hoyrir tú eisini hvussu Innlandsísurin hevur broytt grønlendska landslagið og hevur gjørt nakrar av teimum mest undrunarsomu firðunum í heiminum.
Undir fyrilestrunum hoyrir tú um, hvussu gongst við at aldurseta meteorkraturni og hvørja ávirkan hesi møguliga høvdu á veðurlagið tá á døgum.
At enda hoyrir tú um hvussu globala upphitingin ávirkar Innlandsísin í dag, og hvat framtíðin hevur at bjóða uppá – yvirlivir Innlandsísurin ella er hann deyðadømdur?