Loading Events
Stroyming | SALT

Aarhuus Universitet – Djúphavið

Nær

3. november 2020 kl. 18:00

Longd

Áleið 2 tímar

Hvar

SALT

Kostnaður

DKK Free

Aarhuus Universitet – Djúphavið

Mál: Danskt
Entré: Ókeypis

Professari í biogeokemi Ronnie N. Glud, Biologisk Institut, Syddansk Universitet og Tokyo University of Marine Science and Technology.

Fyrilestrarhaldari: professari í biogeokemi Bo Barker Jørgensen, Institut for Biologi, Århus Universitet

Djúphavið – nýtt frá einnum ókendum heimi

Granskarar hava funnið óvæntað lív á størstu havdýpum og djúpt niðri í havbotninum.
Hoyr um verur, sum hava lagað seg til ekstremt trýst. Og hoyr um bakteriur í havbotninum, sum hava búleikast har í túsundir av árum og sum eru avgerndi fyri lívsviðurskiftini á jørðini.
Djúphavið fevnir um meira enn helvtina av jarðarflatuni og meginparturin er ógranskað.

Partvís er trupult at gera mátingar og savna saman tilfar á havsins størstu dýpum, partvís hava fólk mistikið seg og hildið, at djúphavið ikki hevur stóran týdning fyri lívsviðurskiftini á
jørðini.
Teir djúpastu partarnir av høvinum, frá 6 til 11 kilometra havdýpið, kallast “tann hadala“zonan” – eftir deyðsríkinum Hades. Zonan umfatar m.a. 27 risastórar gravir, sum røkka túsundvís av kilometrum eftir geologiskt óstabilu kontinentkantunum – har sum havbotnarpláturnar og kontinentalpláturnar stoyta saman.
Nýggjastu granskingarnar vísa óvæntað, at hesar gravir íða í lívi niðri í djúphavinum.
Har finst ein ørgrynna av organiskum tilfari og ókendar verur verða alla tíðina uppdagaðar, verur, sum hava lagað seg til risastóra trýstið í gravunum.
Við nútímans robottum við vísindaligari útgerð, sum klára trýstið, eru granskarar í ferð við at avdúka djúphavsins loynidómar.

Niðri í sjálvum djúphavsins havbotni liva eingi dýr – har búleikast mikroorganismurnar.
Tær liva av deyðum algum og dýrum, hvørs organiskar restir seyra djúpt niður í havbotnin.
Tað organiska evnið verður ongantíð uppi, men aftaná milliónir av árum umsetist tað sera spakuliga. Her gongur lívið í slowmotion, har generatiónstíðin hjá verum kann taka fleiri 1000 ár. Hóast tað til endans bert er ein lítil brøkpartur av organiska tilfarinum eftir, er henda restin ein fyritreyt fyri, at ilt er í atmosferuni so at vit og onnur djór kunnu anda.

Hvar