*Útsett vegna korona tilmælum*
Konni Kass trein inn á føroyska tónleika pallin við útgávuni Haphe í 2016.
Haphe bleiv sera væl móttikin í Føroyum og ikki minst í útlondum, har áhugin fyri Konni Kass hevur verið stórur.
Konni Kass hevur verið á fleiri konsertferðum í Danmark og Týsklandi, og hevur m.a. spælt á stórum útlendskum festivalum sum Eurosonic, Reeperbahn Festival, Iceland Airwaves, Spot Festival, by:Larm og Roskilde Festival.
Seinastu árini hevur Konni Kass fingist við læknalestur í Keypmannahavn. Eftir loknan lestur, er Konni Kass nú klár við nýggjum tónleiki, sum verður at hoyra í Salt 12. februar 2021.
Við á pallinum eru Per I. H. Petersen á trummum, Knút Háberg Eysturstein á tangentum og Torleik Mortensen á bassi.
*Leinki til youtube*
Nýggjasta lagið hjá Konni Kass, útkomið 8. januar 2021.