Loading Events
Tiltak |

FM í kviktalvi & snartalvi

Nær

14. november 2026

FM í kviktalvi & snartalvi

FM í kviktalvi & snartalvi

Vikuskiftið 14.-15. novembur verður Salt karmur um føroyameistaraskapini í kviktalvi og snartalvi.
Føroyameistaraskapini í kviktalvi og snartalvi eru kappingar skipaðar av Talvsambandi Føroya, ið verða telvaðar á hvørjum ári, og er tað í ár Suðuroyar Talvfelag, ið heldur til í Salt, ið leggur hús til hesar báðar kappingingarnar.

Byrjað verður leygardagin 14. novembur tá FM-Kvik verður telvað. Sunnudagin 15. novembur verður FM-Snar telvað.
Øll eru vælkomin at luttaka í kappingunum; bæði roynd og óroynd. Tað er ikki krav at luttikið verður í báðum kappingunum.
Talvsamband Føroya skipar fyri virðislønum til nr 1 , 2 & 3, umframt ratings-virðislønum til bestu telvararnir undir ávís rating-tøl.

FM-Kvik
Tiðin til alt talvið verður 10 min. + 5 sek/leik. Telvað verða 9 umfør.
Tilmelding:
https://chess-results.com/Anmeldung.aspx?lan=1&ggid=1516950

FM-Snar
Tiðin til alt talvið verður 3 min. + 2 sek/leik. Telvað verða 11 umfør.
Tilmelding:
https://chess-results.com/Anmeldung.aspx?lan=1&ggid=1516952

Luttøkugjald:
Vaksin – 150 kr.
Undir 18 ár – 100 kr.
Luttøkugjaldið skal gjaldast á staðnum, áðrenn telvað verður. Luttøkugjald skal gjaldast til hvørja einstøku kapping.

Fylgið við nærri kunning á heimasíðuni hjá Talvsambandinum: Faroechess.com

Hvar