Loading Events
SALT Bio |

No rest for the wicked

Nær

3. september 2026 kl. 19:00

Longd

Áleið 2 tímar

Kostnaður

DKK 90

No rest for the wicked

NB Atgonumerkjasølan verður skjótt kunngjørd** 

Søgan snýr seg um unga føroyska sjómannin Baldur, sum livir eitt avbyrgt lív saman við síni sera trúgvandi móður. Lív hansara verður alsamt broytt, tá ið tann harðbalni og sjarmerandi hvalafangarin Helge kemur til oynna. Ein forboðin kærleiki og djúpar kenslur vaksa millum teir báðar. Men tá ið ein vanlukka hendir, loysir hesin kærleikin dularfullar, yvirnáttúruligar og ræðuligar kreftir úr læðingi (við íblástri frá klassiskum vampýrsøgum), sum fáa alt bygdafólkið at fylkjast ímóti teimum. Søgan er grundað á stuttsøguna “Manor” hjá Karl Heinrich Ulrichs.

Leikstjóri: Kasper Kalle
Handrit: Rasmus Birch og Kasper Kalle
Høvuðsleikarar:Egor Venned sum Baldur (føroyskur toppmodel, sum her debuterar sum sjónleikari).
Pilou Asbæk sum Helge (tiltikin danskur leikari, kendur úr m.a. Game of Thrones og Borgen).
Sofia Nolsøe Mikkelsen sum Asla (móðir Baldurs).
Harumframt spæla føroyski Kjartan Hansen og íslendski Jóhannes Haukur Jóhannesson eisini við í filminum.

 

Framleiðsla og Myndir
Filmurin er framleiddur av SF Studios. Hann er upptikin on location í Føroyum, m.a. við Boðanesgjógv í Havn. Ummælarar hava rósat filminum til skýs fyri sínar stórongdu og beru myndir av føroysku náttúruni, fjallatindunum og havinum, sum Jacob Møller hevur filmað. Tónleikin eiga Torleik Mortensen og Andreas Tyekjær Restorff

Spælilongd: 1t 43m
Aldursmark: 15+

Hvar