Upplivingar | Gongutúrður

Gongutúrur í Froðba

Nær

11. mai 2018

Hvar

Froðba

Gongutúrur í Froðba

Gongutúrurin tekur umleið ein tíma. Byrjað verður við gamla skúlan. Har síggjast leivdir frá sienna heimsbardaga á vinstru síðu. Til høgru sæst standmyndin til minnis um Poul F. Joensen. Vit ganga í býarpartinum sum nevnist Á Hamri, eitt av húsunum, eitt svart hús, sum stendur í eini røð av eldri húsum, var heimið hjá Poul F.

Vit ganga longri út og fara longur aftur í tíðina. Vit síggja staðið, har Fróði kongur sigst verða komin uppá land, áðrenn Víkingatíðina. Fróði var danskur kongur, hann var á veg til Írlands í kríggj, men óveður brast á og førdi hann til Føroyar. Tað var mjørki og hann sigldi framvið strondini á eystursíðuni av Suðuroynni, sum seinni var nevnt Froðba eftir Fróða kongi. Meðan Fróði og hansara menn sigldu framvið strondini, lætti mjørkin og Fróði sá grønan bø og eina á og so avgjørdi hann at búseta seg har. Staðið har hann búsettist nevnist Ásdalur. Meðan vit eru í Ásdali síggja vit eisini tað sermerkt Holið í Hellu. Tað ber til at ganga inn í hellið, men so mugu fólk hava gummistivlar við, tað kann avtalast frammanundan, um so er at tað er eitt ynski. Vit koma eisini framvið sermerkta stabbagrótinum, sum er beint øðrumegin koyribreytina, Froðbiarveg.

Gingið verður oman í Kúlugjógv, har tvær toftir standa. Tað sigst, at har hevur verið Bispagarður. Vit fara síðan inn á Bø við Gamla Kirkjugarð. Har hava tríggjar kirkjur staðið í gamlari tíð. Tann seinasta varð bygd í 1840, varð flutt inn á Tvøroyri í 1857 og seinni til Sandvíkar, har hon stendur enn. Vit halda fram til eitt stað sum eitur ”Á Møl”, har tey gomlu neystini standa. Túrurin endar við at vit ganga niðan gjøgnum eina gøtu, sum førir frá Froðbiarvegi niðan aftur til býlingin Á Hamri.

Ferðaleiðari er Chris Jan Michelsen. Túrurin kann bíleggjast frá Kunningarstovuni á Tvøroyri, sí kontakt upplýsingar niðast á síðuni. Gongutúrurin er lættur og eisini vælegnaður til eldri fólk. Túrurin er vælegnaður til skúlaflokkar. Sí annars myndirnar her á síðuni, sum vóru tiknar í juli 2010.