Hamradun – Konsert

SALT Líðin 22, Tvøroyri, Faroe Islands

Vit í SALT bjóða tær vælkomin á ársins konsertbrak í SALT leygarkvøldið 13. juli 2024. Lagt verður upp til eitt av teimum heilt stóru konsertunum við einum okkara egnu, plátuaktuellu Hamradun. Hetta er konsertin sum bæði vit og Hamradun hava glett okkum til leingi. Og fyri at gera gott enn betri kemur ungi powerbólkurin Adrenaline […]

DKK250

Summartónar: Domino Ensemble

SALT Líðin 22, Tvøroyri, Faroe Islands

Domino Ensemble er donsk kvintett, sum er samansett av klaveri og fýra blásarum. Tónleikararnir funnu í 2021 saman um alskin til kamartónleik og vøkru verkini hjá Mozart og Beethoven fyri júst hesa ljóðførissamansetingina. Kvintettin roynir støðugt nýggj verk, har tey fimm ljóðførini eru sett saman og krossast á ymsan hátt eins og dominobrikkar. Á skránni […]

Mission10Forty – Stórt og Jólaligt Stuðulstiltak

SALT Líðin 22, Tvøroyri, Faroe Islands

Stórt og Jólaligt Stuðulstiltak - Armenski klaverúrmælingurin Irina Hayrapetyan spælir nøkur klaverstykkir av armenskum tónaskøldum, Bach, Chopin og Rachmaninov - Sjúrður Skaale greiður frá túrinum í Armenia, har hann var millum armenskar flóttar úr Nagorno Karabakh ið Mission10forty veitir stuðul - Eftir tiltakið bjóða vit kaffi har høvi verður at tosa við umboð frá Mission10forty […]

Ebenezerkórið í SALT.

SALT Líðin 22, Tvøroyri, Faroe Islands

Síðani tað byrjaði í 1937, hevur Ebenezerkórið regluliga luttikið á møtum og til onnur høvi í Ebenezer og kring landið. Kórið hevur eisini fleiri ferðir verið uttanlands og sungið – eitt nú í Íslandi, Norra, Skotlandi, Onglandi, Ísrael og Danmark. Vanliga sangskráin er sálmar og sangir á føroyskum – eldri og nýggjari. Kórið fer til […]

Musikkstevnan 2025

SALT Líðin 22, Tvøroyri, Faroe Islands

Í ár er Tvøroyrar Hornorkestur vertur fyri Musikkstevnuni, ið verður dýrabiðidag 16. mai. Á Musikkstevnuni hittast horn- og harmoniorkestur úr øllum Føroyum at spæla eina konsert hvør sær og saman. Konsertin verður hildin í SALT kl. 13:30. Fyrsta Musikkstevnan varð hildin í Vestmanna í 1966, og síðani tá hava orkestrini skiftst um at verið vertir, […]

DKK100

Summartónar: Heiðavatn

SALT Líðin 22, Tvøroyri, Faroe Islands

HEIÐAVATN granskar í og nýtir møguleikarnar við kamartónleiki fyri akkordeon og strúkarar. Umframt fleiri nýskrivað verk fara vit at framføra tónleik skrivaður fyri óvanlig ella fjarskotin ljóðføri, so sum glasharmonika og harmonium, sum Anna Hüdepohl hevur lagað til akkordeon. Heiðavatn: Anna Hüdepohl (accordion), Atli Ellendersen, Jón Festirstein (violin), Birita Dam (bratsj), Tóri Restorff Jacobsen (sello)  

Summartónar: Froðbiar Sóknar Bluesorkestur

SALT Líðin 22, Tvøroyri, Faroe Islands

Froðbiar Sóknar Bluesorkestur sló sínar fyrstu tónar á sumri í 2007 á kongaliga pubbini á Tvøroyri. Løgini eru alt frá gomlum deltablues og boogie til nýggjari bluesrock og funk. Manningin er Dennis Lave – trummur, Dávið Jacobsen – bass, Óli Holbæk Mortensen – guitar og Kristian Holbæk – vokal og mundharpu.

DKK100

Summartónar: Laura Farré Rozada

SALT Líðin 22, Tvøroyri, Faroe Islands

Dr. Laura Farré Rozada er virðisløntur klaverleikari og støddfrøðingur, sum BBC Music Magazine metti sum komandi stjørnu og BIME Equity Awards 2022 nevndi nýtt talent. Hon fekk eisini amerikansku klassisku ungu tónleikaravirðislønina 2022 í Washington D.C. Blaðið Serra d’Or lýsti hana fyri stuttum sum ‘ein av mest virðismettu tónleikarunum í hennara ættarliði, við nógvum virðislønum […]

Summartónar: Ekkó – Kwartludium

SALT Líðin 22, Tvøroyri, Faroe Islands

EKKÓ er ein konsert, har pólski bólkurin Kwartludium spælir nýggjan føroyskan tónleik. Fimm tónaskøld av ymiskum ættarliðum (Sunleif Rasmussen, Tróndur Bogason, Kristian Blak, Unn Paturson, Andras Ellendersen) vórðu bjóðað at skriva eitt verk fyri violin, klaver, klarinett og slagverk við íblástri frá temanum vistfrøði og menniskjans viðurskifti við náttúruna. Hendan verkætlanin hevur til endamáls at bjóða […]

ÆTLA

SALT Líðin 22, Tvøroyri, Faroe Islands

ÆTLA er ein vokaltónlistabólkur úr Keypmannahavn, ið telur átta tekniskt dugnarligar sangarar úr ávikavist Svöríki, Íslandi, Föroyum og Danmark. Tey skapa intensar og nærverandi konsertupplivingar. Navnið endurspeglar drívmegina í bólkinum: at granska, bjóða av og víðka mörkini fyri klassiskan vokaltónleik. Atgongumerkir kunnu keypast við dyrnar. Dyrnar lata upp kl. 19:00

DKK100