Síðani tað byrjaði í 1937, hevur Ebenezerkórið regluliga luttikið á
møtum og til onnur høvi í Ebenezer og kring landið.
Kórið hevur eisini fleiri ferðir verið uttanlands og sungið – eitt nú í
Íslandi, Norra, Skotlandi, Onglandi, Ísrael og Danmark.
Vanliga sangskráin er sálmar og sangir á føroyskum – eldri og
nýggjari. Kórið fer til Edinburgh og Aberdeen 24-28. apríl 2025. Ein
partur av sangúrvalinum á konsertini verður tí merktur av hesum.
Umleið 50 sangarar eru í Ebenezerkórinum.
Kórleiðarar: Jens Chr Guttesen og Marjun Wolles.
Klaver/orgul: Jóannes á Váli, Henry Olsen og Finnur Marstein.
***
Lovið Harranum, tí Harrin er góður!
Lovsyngið navni Hansara, tí tað er lívsælt! (Sálmur 135:3)