• Summartónar: Heiðavatn

    SALT Líðin 22, Tvøroyri, Faroe Islands

    HEIÐAVATN granskar í og nýtir møguleikarnar við kamartónleiki fyri akkordeon og strúkarar. Umframt fleiri nýskrivað verk fara vit at framføra tónleik skrivaður fyri óvanlig ella fjarskotin ljóðføri, so sum glasharmonika og harmonium, sum Anna Hüdepohl hevur lagað til akkordeon. Heiðavatn: Anna Hüdepohl (accordion), Atli Ellendersen, Jón Festirstein (violin), Birita Dam (bratsj), Tóri Restorff Jacobsen (sello)  

  • Summartónar: Froðbiar Sóknar Bluesorkestur

    SALT Líðin 22, Tvøroyri, Faroe Islands

    Froðbiar Sóknar Bluesorkestur sló sínar fyrstu tónar á sumri í 2007 á kongaliga pubbini á Tvøroyri. Løgini eru alt frá gomlum deltablues og boogie til nýggjari bluesrock og funk. Manningin er Dennis Lave – trummur, Dávið Jacobsen – bass, Óli Holbæk Mortensen – guitar og Kristian Holbæk – vokal og mundharpu.

    DKK100
  • Summartónar: Laura Farré Rozada

    SALT Líðin 22, Tvøroyri, Faroe Islands

    Dr. Laura Farré Rozada er virðisløntur klaverleikari og støddfrøðingur, sum BBC Music Magazine metti sum komandi stjørnu og BIME Equity Awards 2022 nevndi nýtt talent. Hon fekk eisini amerikansku klassisku ungu tónleikaravirðislønina 2022 í Washington D.C. Blaðið Serra d’Or lýsti hana fyri stuttum sum ‘ein av mest virðismettu tónleikarunum í hennara ættarliði, við nógvum virðislønum […]

  • Summartónar: Ekkó – Kwartludium

    SALT Líðin 22, Tvøroyri, Faroe Islands

    EKKÓ er ein konsert, har pólski bólkurin Kwartludium spælir nýggjan føroyskan tónleik. Fimm tónaskøld av ymiskum ættarliðum (Sunleif Rasmussen, Tróndur Bogason, Kristian Blak, Unn Paturson, Andras Ellendersen) vórðu bjóðað at skriva eitt verk fyri violin, klaver, klarinett og slagverk við íblástri frá temanum vistfrøði og menniskjans viðurskifti við náttúruna. Hendan verkætlanin hevur til endamáls at bjóða […]

  • ÆTLA

    SALT Líðin 22, Tvøroyri, Faroe Islands

    ÆTLA er ein vokaltónlistabólkur úr Keypmannahavn, ið telur átta tekniskt dugnarligar sangarar úr ávikavist Svöríki, Íslandi, Föroyum og Danmark. Tey skapa intensar og nærverandi konsertupplivingar. Navnið endurspeglar drívmegina í bólkinum: at granska, bjóða av og víðka mörkini fyri klassiskan vokaltónleik. Atgongumerkir kunnu keypast við dyrnar. Dyrnar lata upp kl. 19:00

    DKK100
  • FSR: Konsert við Hallur Joensen

    SALT Líðin 22, Tvøroyri, Faroe Islands

    Fríggjakvøldi tann 29. august skipar Froðbiar Sóknar Róðrarfelag fyri stórfingnari sitikonsert í SALT við ongum minni enn sjálvum country konginum av øllum, Hallur Joensen, við bólki Hallur fer at framføra allar sínar slagarar! Avmarkað áskoðarapláss.

    DKK250
  • Hátíðarhald, 10 ár av fólka og kvæðarokki

    SALT Líðin 22, Tvøroyri, Faroe Islands

    Fornu kvæðini og vísurnar og nýmótans ljóðføri renna saman í ljóðmyndina Hamradun og fara okur at seta øllum stevnu tann 15. november 2025 í SALT og bjóða tykkum vælkomin við! Hetta skal hátíðarhaldast nú tíggju ár eru liðin síðan fyrsta útgávan " HAMRADUN"  kom út og seinni "HETJUSLÓÐ" og seinast "NÆTUR NÍGGJU". Eitt kvøld við serstøkum føroyskum kvæðarokki […]

    DKK200
  • Jólakonsert v/ Guðrun Sólju Jacobsen

    SALT Líðin 22, Tvøroyri, Faroe Islands

    Jólakonsert við Guðrun Sólju í SALT Kom og ver við, tá Guðrun Sólja saman við sínum bólki bjóðar til eina stórfingnað og hugnaliga jólakonsert í SALT. Skráin fevnir bæði um stóru jólaløgini (balladir) og hugnaligu jólatónarnar– ein løta, har jólagleðin fær loyvi at breiða seg. Møguleiki verður at keypa sær okkurt gott afturvið, so sum, […]

    DKK250
  • Jólaperlur við Tóru Vestergaard

    Kom og uppliv eina serliga jólakonsert har songkvinnan, Tóra Vestergaard fer at framføra eina perlurøð av jóla-klassikarum. Skráin er fjølbroytt og fevnir bæði rútmiskan-, fólka- og klassiskan jólatónleik. Við sær hevur Tóra nakrar av fremstu tónleikaúrmælingum í Føroyum: Kristina á Váli á cello, Elsa Maria Dam á floytu og Jóhannes Andreasen á flygel. Hetta leygarkvøldið […]

    DKK200
  • Tvøroyrar Hornorkestur

    Tvøroyrar Hornorkestur skipar fyri einum skemtiligum og lívligum stuðulstiltakið, har tónar, látur og gott lag fara at fylla SALT! Komi og stuðli Tvøroyrar Hornorkestri Vit savna pening inn, til keyp av nýggjum búnum, og tí skipa vit, saman við SALT, fyri hesum stuðulstiltakið. Á skránni er millum annað: -Konsert við Tvøroyrar Hornorkestri -Tónleikainnsløg við m.a […]

    DKK200