RIVA – HVØR Á KROPPIN Á ØÐRUM

HVØR Á KROPPIN Á ØÐRUM eru tvey tiltøk, ið heiðra dansin sum listagrein. Í hesum sambandi hevur føroyska dansivirkið RIVA, í samstarvi við SALT, sýning 26. juli kl. 19:30. Tað er ein samansett skrá við longri og styttri verkum. Á pallinum verða yrkisdansarar frá RIVA, umframt ein gestaframførsla innan Hip Hop. RIVA fer at sýna […]