HVØR Á KROPPIN Á ØÐRUM eru tvey tiltøk, ið heiðra dansin sum listagrein. Í hesum sambandi hevur føroyska dansivirkið RIVA, í samstarvi við SALT, sýning 26. juli kl. 19:30. Tað er ein samansett skrá við longri og styttri verkum. Á pallinum verða yrkisdansarar frá RIVA, umframt ein gestaframførsla innan Hip Hop. RIVA fer at sýna fram eina trio og eina solo, við RIVA yrkisdansarum. Eisini verða dansifilmarnir URÐ og EIR vístir, ið eru gjørdir í samstarv við RAMMATIK. Gestaframførslan verður ein duett.
Les meira um ymisku stykkini a á: hvør á KROPPIN á øðrum (riva.fo)
Umframt dansisýningina verður skipað fyri eini 2-daga dansiverkstovu 25. og 26. juli í SALT. Luttakandi til hetta dansiskeiðið fáa møguleikan at ogna sær niðursett atgongumerki til sýningina.
Dansiverkstovur í SALT
Mánadag 25. juli
kl. 12:00-13:00 – 7-11 ár Samtíðardansur við Vár B. Árting
kl. 13:15-14:45 – 12+ ár Samtíðardansur við Rannvá G. Niclasen
kl. 15:00-16:30 – 30+ Hip hop við Poulu Dalbø
Týsdag 26. juli
kl. 10:00-11:00 – 7-11 ár Hip hop við Rannvá Klettheyggj
kl. 11:15-12:45 – 12+ Hip hop við Poulu Dalbø
kl. 13-14:30 – 30+ Samtíðardansur við Búa Rouch
Skeið:
100 kr fyri skeiðið báðar dagarnar
150kr fyri skeið og atgongumerkið. (vaksin og børn)
Sýning:
Vaksin atgongumerkið: 125,00
Børn og lesandi: 75,00