
Zacharias Heinesen listaframsýning frá kl 13-16
Longd
Áleið 2 tímarHvar
SALTZacharias Heinesen listaframsýning frá kl 13-16
Seinasti møguleiki at ogna sær ein málning av Zachariasi Heinesen er í morgin, 2. okt.
Opið er í SALT kl 13:00 til 16:00.
** Næsta listaframsýning verður við Amariel Norðoy. Ferniseringin verður kunngjørd fyrsta dagin**
Zacharias Heinesen (f. 1936) er ein av okkara størstu listamonnum, og er tað ein stórur heiður at hava framsýning av úrvali av hansara yndlist í SALT.
Árini 1959 – 1963 gekk hann á danska kgl. Listaakdeminum.
Hann er limur av listabólkinum ”Den Nordiske udstilling”.
Zacharias Heinesen arbeiðir í kjalarvørrinum á stóru føroysku siðvenjuni fyri landslagslist.
Zacharias Heinesen hevur sítt egna listaliga eyðkenni, har motivini verða loyst upp, og dýpið og ljósið ella litir trýna fram á einfaldan og dragandi hátt.
Zacharias Heinesen er við øðrum orðum ein heilt serstakur listamaður, og vit gleða okkum at síggja tykkum í SALT.