Felags várframsýning hjá Tvøroyrar og Vágs Kvøldskúla 2024 í Salt á Drelnesi
Árliga framsýningin hjá kvøldskúlanæmingum verður leygardagin 20.apríl 2024, í ár er aftur talan um eina felags kvøldskúlaframsýning har næmingar úr Vági og Tvøroyri sýna fram tað, ið teir hava evnað gjøgnum veturin og á vári. Seinasta skúlaár var tað Sumbiar Kvøldskúli og Tvøroyrar kvøldskúli ið sýndu fram í felag.
Hesaferð verður ymiskt av tí sýnt fram, ið er gjørt í Tvøroyri og Vági kvøldskúlaárið 2023-2024.
Nakað av tí sum næmingarnir hava arbeitt við í skúlaárinum er millum annað glaslist, veving, seyming, brodering, træsmíð, málningalist og annað virksemi.
Framsýningin verður leygardagin 20.apríl frá klokkan 13.00 til 18.00.
Tvøroyrar Hornorkestur, sum er partur av Kvøldskúlanum, setur sýningina.
Skrá:
Klokkan 13.30 Hentzar Hammer og harmonikurnar spæla vælkomutónar í ganginum, meðan gestirnir fara inn í salin í Salt.
Klokkan 14:00 Tvøroyrar Hornorkestur setur dagin við eini lítlari konsert undir leiðslu av Tróndi Enni.
Klokkan 14.30 Áki Dimon vísir fram filmsbrot á stórskermin av Tvøroyri á Super8Small filmi og greiðir frá stuttligum hendingum.
Klokkan 15.00 Farið verður uppá í Café Salt.
Klokkan 15.15 Leiðari í Vágs Kvøldskúla, Tina Grønbech, handar prógv til næmingar sum hava staðið sína Dugnaskapsroynd.
Klokkan 15.30 Sangkórið Ljómur framførir undir leiðslu av Benjamin Gaasedal.
Klokkan 16.00 Hentzar við harmonikunum ljóma við tónum, sýningin er latin upp og fólk kunnu fáa sær kaffi og okkurt undir góman.