Mánadagin 23. okt. 2023 kl. 19:00 lata dyrnar í SALT upp til eitt heilt serligt tiltak, har POSTA heiðrar SALT við frímerkjaútgávu.
Talan er um tvey frímerki, eitt á virði 21KR og eitt á virði 61KR.
Slíkar útgávur eru ikki á hvørjum degi, og má hetta sigast at vera ein viðurkenning av SALT sum einum av mentanarmiðdeplunum í Føroyum.
Ein frímerkjaútgáva merkir eisini, at kunning um SALT verður borin út um allan heim, á sjey ymiskum málum: føroyskum, donskum, enskum, týskum, fronskum, sponskum og kinverskum.
Hátíðarhaldið byrjar kl. 19.30. Tvøroyrar Hornorkestur, setir, sum so mangan, dám á kvøldið.
Ingun Nolsøe Olsen, Posta, hugleiðir um post og frímerki. Posta bjóðar okkurt leskandi og
munnbitar.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
SALT