Tvärslöjd (SE)
Tveir sirkusleikarar skapa livandi standmyndir burturúr gerandistingum og sær sjálvum.
Aldursbólkur 3+
Mál, uttan orð
Við gandi og akrobatikki finna teir løtur av javnvág, har nærum alt er fullkomið og stilt. Hesar løturnar eru rættiliga sárbarar, tær krevja at tú hugsavnar teg, men eisini at tú ert eitt sindur heppin.
Sýningin snýr seg um, hvussu einans hugflogið kann skapa alt møguligt stuttligt burturúr teimum mest vanligu tingunum. Hvat kunnu leikararnir fáa burturúr einum kusti, einari spann ella eini kannu?