Loading Events
Film, Filmur, Tiltak, Tiltøk | SALT

*ÚTSELT* TROM

Nær

14. februar 2022 kl. 19:00

Longd

Áleið 3 tímar

Hvar

SALT

Kostnaður

DKK 200

*ÚTSELT* TROM

Tað verður 14. februar, at til ber hjá almenninginum at síggja sendirøðina, sum Torfinnur Jákupsson hevur skrivað, í SALT.

TROM byggir á krimisøgur hjá Jógvani Isaksen. Røðin snýr seg um Hannis Martinsson, sum leitar heim aftur til Føroya, eftir at ein kvinna, sum sigur seg vera dóttur hansara, heldur seg vera í lívsvanda.
TROM er í seks pørtum.

SKRÁ:
 Partar 1-3 verða sýndir.
– Støðgur – uml. 15 min.
Partar 4-6 verða sýndir.

 

Ulrich Thomsen hevur høvuðsleiklutin sum Hannis Martinsson, og aðrar stórar leiklutir hava Maria Rich og Olaf Johannessen.

Tórfinnur Jákupsson

Hvar