Loading Events
Tiltøk | SALT

TeenStreet í SALT

Nær

2. apríl 2022 kl. 17:00

Longd

Áleið 6 tímar

Hvar

SALT

Kostnaður

Ókeypis

TeenStreet í SALT

TeenStreet í SALT, 2. apríl kl. 17.00 – 23.00

Leygardagin 2. apríl kl 17.00 verður stórt TeenStreet tiltak í SALT.

Vit høvdu glett okkum, um nógv ung eisini koma norðanfjørðs.

Á skránni vera framførslur av ymiskum slag, ”Fun Food”, har ymiskt forkunnugt verður selt – m.a. sera vælsmakkandi TeenStreet burgarin. Kvøldið endar við eini stórari lovsangskonsert við TeenStreet Worship Band Europe, sum eisini framførdi á seinasta FMA, og sum eigur sangin sum bleiv nummar tvey, tá ársins útvarpshitt 2021 bleiv útnevnt.

Fun Food er m.a.: Banana Joe (Heimagjørdur føroyskur Soft Ice við banan og sjokulátu), TeenStreet burgarin, kips, franskur, sodavatn og drikkir uttan alkohol – alt til keyps fyri ein rímiligan pening. Vit taka kort!

Eisini vera sjálvandi køkur og kaffi.

 

Skrá:

17.00 – 19.00 Koma, Fun Food. Hugni og upptakt

19.00 – 20.15 – TÆNA
Sangur – TS bólkurin
Drama – Ung úr Nebo
Spæl – Randi Hansen
Boðskapur – David Jacobsen
Vitnisburðar – Filip Hansen
Bíbliulestur – Lóa Vest
Solo sangur: Heine Lutzen og Jón Svein Heinesen

20.00 -21.30 Fun Food

21.30 – 23.00 Throne Room (Lovsangskonsert)
Boðskapur – Jens Olsen
Teenstreet 2022 – Randi Hansen
Tilmeldingin til TeenStreet 2022 í Spania letur upp!

23.00 Rudda av

 

Innivist:
Um onkur manglar innivist, so ber tað til at finna útav. Ring til: Sirið Mortensen á 220590

SJEY radio sendir beinleiðis frá tiltakinum

Hvar