Undir sjóvarmálanum skapar tarin undrunarverdar undirsjóvar skógir, sum hava týdning fyri lívið í havinum og veðurlagið á jørðini.
Nýggj gransking vísir, at tari eisini kann vera við til at loysa framtíðarinnar avbjóðingar tá ið ræður um heilsu, matvørur, veðurlag og umhvørvi.
Undir sjóvarmálanum veksur tari í alskyns litum, skapi og stødd.
Taraskógirnar, sum vaksa framvið jarðarinnar strendur, eru eins týdningarmiklar fyri havsins vistfrøðiskipan og skógirnar eru fyri lívið á landjørðini.
Frá pólunum til miðkringin skapar tarin bæði føðigrundarlagið og goymslustøð hjá óteljandi av havsins lívverum – t.d. fiski og smádýrum.
Samstundis ger tarin sítt til at halda havumhvørvið og veðurlagið í javnvág, tí at tarin upptekur mikroføðslur úr sjóvnum, upptekur CO2 úr lofthavinum, framleiðis ilt og mótvirkar dálking av havinum.
Menniskjan hevur frá aldarinnar morgni brúkt tara sum tilfeingi.
Tarin er vorðin heystaður í sjóvnum ella tikin upp úr fjørðuni, og nógv fólkasløg hava ment listilærdar skipanir til at dyrka tara.
Tarin er brúktur sum fóður til husdjórini, at taða við og sum ráevni til framleiðslu av kemikalium og íblandingarevni.
Visti tú t.d., at tað eru evni úr tara, sum geva kakamjólk tann kremuta tættleikan, eyka bindievni í hamburgararygginum og heldur saman uppá títt tannkrem?
Um allan heim verður granskað í at dyrka og brúka tara til nýggj
endamál so sum lívfrøðiorku, plastikk og tekstil.
Eisini í læknavísindini eru nýggjir møguleikar í tara uppdagaðir: kanska kann tari í framtíðini hjálpa tarmsjúkum og Alzheimers raktum menniskjum.
Tari er ikki plantur, men algur. Hoyr hvat tari og algur eru fyri nakrar verur og hvat ger tey øðrvísi enn plantur og djór.
Hoyr eisini um tann serstaka mátan hvussu tari nørist, hvussu tari verður dyrkaður og hvussu tari kann geva burðardyggar loysnir í framtíðini.
Kunnu vit bjarga heiminum við tara?
Hug at royna “Ocean spaghetti”?
Vit bjóða eina lítla smakkiroynd av tara frá Tara-Faroe Seaweed.