EKKÓ er ein konsert, har pólski bólkurin Kwartludium spælir nýggjan føroyskan tónleik.
Fimm tónaskøld av ymiskum ættarliðum (Sunleif Rasmussen, Tróndur Bogason, Kristian
Blak, Unn Paturson, Andras Ellendersen) vórðu bjóðað at skriva eitt verk fyri violin, klaver,
klarinett og slagverk við íblástri frá temanum vistfrøði og menniskjans viðurskifti við
náttúruna. Hendan verkætlanin hevur til endamáls at bjóða føroysku áhoyrarunum eina neyva
og breiða mynd av núverandi støðu og útlitum hjá nýggjum tónleiki í Føroyum.