Loading Events
Kapping, Kunning, Undirvísing | SALT

SSP: Tryggari internetdagur

Nær

18. oktober 2023 kl. 12:00

Longd

Áleið 3 tímar

Hvar

SALT

SSP: Tryggari internetdagur

Tryggari Internet Dagur er føroyska heitið fyri Safer Internet Day og er ein altjóða dagur, ið hevur sum endamál at seta sjóneykuna á at gera internetið tryggari og fyribyrgja kriminalitet og skaðandi atburði millum børn og ung á netinum.

Í dag eru áleið 200 lond kring heimin við í tiltakinum og tað er ymiskt, hvussu øll londini velja at skipa fyri hesum í sínum landi. Í Føroyum er tað SSP, FøroyaTele og Nema sum skipa fyri tí og tað kann fyrst og fremst skiljast sum eitt fyribyrgjandi tiltak fyri allar næmingar í hádeild (7., 8., 9., og 10. flokkar) sum fær hesi ungu at hugsa um týdningin av, at ansa eftir sær sjálvum og øðrum á netinum á ymsan hátt.
Fyri at gera hetta, er tiltakið skipa sum ein kapping millum allar flokkarnar um at gera eina verkætlan/uppskot sum lýsir ársins evnið
best.

Í ár er evni Talgildur harðskapur, og við undurevninum grooming, stalking og scamming.
Vit í SSP, Nema og Føroya Tele leita sostatt eftir einum uppskoti sum lýsir hesa avbjóðingina.
Uppskotini í ár, skula vera ein stutt filmur ella eitt sjónbandalag, og upp til 4 min. til longdar.
Øll uppskot verða síðan send til eitt dómarapanel og vinnarin av besta uppskotinum vinnur
20.000 kr til flokkin!

Vit taka okkum rættindi at vísa uppskotini á okkara sosialu miðlum.
Evnisdagar

Í ár eru tríggir evnisdagar, ið verða í Havn, Eysturoy og Suðuroy.

17. oktobur – Evnisdagur í Eysturoy
Stað: Løkshøll við Løkin
Tíðpunkt: 9 – 12
18. oktobur – Evnisdagur í Suðuroy
Stað: Salt á Drelnesi
Tíðpunkt: 12 – 15
19. oktobur – Evnisdagur í Tórshavn
Stað: Skúlanum á Fløtum
Tíðpunkt: 9 – 12

Tilmelding
Tilmelding til evnisdagarnar fer fram á tid.fo, har tit velja tað økið tættast við tykkara skúla.
GG: Broytingar kunnu kom í.

Hvar