Loading Events
Kapping | Tórsgøta

Tónleikakappingin Sement

Nær

4. apríl 2021 kl. 0:00

Longd

Áleið 23 tímar og 59 minuttir

Hvar

Tórsgøta

Tónleikakappingin Sement

Í apríl/mei verður Sement á Reinsarínum í Havn. Sement er rútmisk tónleikakapping, og er fyri allar tónleikarar í Føroyum. Tað er líkamikið, um tú ert 15 ella 95 ár, ert roynd/ur ella óroynd/ur. ØLL eru vælkomin at luttaka.

Í ár vinna bæði nummar 1, 2 og 3 studiotíð við teknikkara. Og sum eina eyka gularót, so burturlutar Reinsaríið eisini ein vinning, sum er óheftur av dómarapanelinum. Hesin vinningurin kallast “skump í reyvina”, sum er mátin hjá Reinsarínum at veita eina hjálpandi hond. Hesin vinningurin verður eisini studiotíð. Umframt alt hetta, verða umboð frá G! og Summarfestivalinum eisini til staðar, har tey møguliga fara at velja onkran bólk at spæla á teirra festivali.

 

Tær einastu treytirnar, Reinsaríið setur, er:

·       hvør bólkur hevur 15 minuttir á pallinum

·       øll løgini skulu vera egin løg

·       tónleikarar kunnu spæla í trimum bólkum men bert tveir tónleikarar kunnu ganga aftur í somu bólkum

·       bólkur, ið áður hevur vunnið Sement, sleppur ikki at luttaka

 

Finalan verður 1. mai og undanumførini 17. og 24. apríl. Seinasta freist at tekna seg er 4. apríl.

 

Hvar