Reyði Krossur vil seta sjóneykuna á avbjóðingar av einsemi og sosialari avbyrging, ið ongantíð hevur verið meira viðkomandi enn eftir koronafarsóttin byrjaði at gera um seg.
Reyði Krossur skipar tí fyri átakinum ‘Saman basa vit einsemi’.
Skrá:
19.00 Reyði Krossur bjóðar vælkomin
19.15 Einsemi – avbjóðingar og loysnir við Suna Poulsen, sálarfrøðingi
19.40 Livandi tónleikur við Lív Næs og Tróndi Enni
19.55 Steðgur
20.10 Vitjanartænastan
20.25 Stuttfilmur um vitjanartænastuna
20.30 Søga frá Draganu Popovic, tilflytara (á enskum)
20.45 Familjuvinir (á enskum)
21.00 Tiltakið endar. Møguleiki at hitta Reyða Kross
Seks tiltøk verða kring landið har Suni Poulsen, sálarfrøðingur greiðir frá um einsemi og avbjóðingar við tí, Reyði Krossur fortelur um ‘Vitjanartænastuna’ til einsamallar borgarar og ‘Familjuvinir’ til tilflytarar, Dragana Popovic sigur frá hennara søgu sum tilflytari og einsemi, eins og stuttfilmur verður vístur og livandi tónleikur at hoyra.
Ókeypis atgongd er til tiltøkini og øll eru hjartaliga vælkomin.
Týskvøldið 27. apríl kl 19 í Spaniastovu í Klaksvík
Mikukvøldið 28. apríl kl 19 í Marghøllini í Sørvági
Hóskvøldið 29. apríl kl 19 á Caféini á Mølini í Skálavík
Týskvøldið 4. mai kl 19 í Norðurlandahúsinum í Tórshavn
Mikukvøldið 5. mai kl 19 í Løkshøll í Runavík
Hóskvøldið 6. mai kl 19 í SALT í Øravík