CLOSE
Belgiski leikstjórin Lukas Dhont (f.1991), sum fyrr hevur gjørt stílfulla transgender filmin ”Girl”, fekk fyri nýggjasta filmin, ”Close”, stóru Grand Prix virðislønina hjá dómsnevndini í Cannes í fjør, har 75 av heimsins fremst ummælarum valdu filmin at verða hin besta í allari skránni. Filmurin er eisini í uppskoti at vinna Oscarvirðislønina sum besti altjóða filmur í ár.
”Close” er søgan um tætta vinarlagið millum Léo og Rémi í skúlanum og millum blómurnar á økrunum, har teir og foreldrini arbeiða við grøðini. Hóast vøkru forteljaramynstur hjá leikstjóranum, fær tað ræðuligar fylgjur, tá floksfelagarnir úr skúlanum vinna teimum báðum neisir.
Internet Movie Data base sigur um intensa belgiska filmin: – The intense friendship between two thirteen-year old boys Leo and Remi suddenly gets disrupted. Struggling to understand what has happened, Léo approaches Sophie, Rémi’s mother. “Close” is a film about friendship and responsibility.