Loading Events
|

SALT & Tvøroyrar kvøld og ungdómsskúli samstarva um “Skeið í frambering”

Nær

7. september 2018 kl. 17:00

Longd

Áleið 23 tímar

Kostnaður

DKK 750

SALT & Tvøroyrar kvøld og ungdómsskúli samstarva um “Skeið í frambering”

SKEIÐIÐ ER FULLTEKNAÐ

Skeið við Persson & Dahl.

Vit eru tveir royndir
sjónleikarar, sum undirvísa og vegleiða fólki í at tora
betri at trína fram og at umboða seg sjálvan á besta
hátt.

Dentur verður lagdur á at finna tínar styrkir fram, tá
tú framber – bæði teg sjálva/n sum persón, men
eisini ta søguna, tú vilt fortelja.
Skeiðið er ætlað øllum. Um tú ert sjónleikari, skal
halda eina røðu, ella bara sum heild hevur torført við
at taka orðið.

Á skránni

Vit greiða frá um framløguteknikkir, kropsmál og
søguforteljing sum amboð innan frambering.
Praktiskar venjingar verða gjørdar, har tú fært
feedback um, hvat ið riggar fyri teg.
Skapa størri tilvitan um kropp, rødd og rúm.

Dagur 1: Kl. 17-19 fríggjadag
Dagur 2: Kl. 10-16 leygardag

Bárður Persson og Jákup Dahl

eru
saman Persson & Dahl. Teir hava
drúgvar royndir innan sjónleik.
Bárður hevur m.a. spælt nógv ár á
Tjóðpallinum í leikum s.s. Godot,
Kirkjuberjahavin og List.
Jákup hevur eisini verið nógv at
sæð á landsins sjónleikarapallum
og hevur m.a. verið at sæð í
leikum s.s. Fólk og Dólgar í
Kardamummubýnum, Vit eiga ikki
eitt oyra, vit lata ikki eitt oyra.
Seinast ferðaðist hann kring landi
við einmansleikinum Verjurøða
Holubúgvans, sum var fyrstu
leikur sýndur í SALT.

Hvar