Loading Events
SALT Bio | SALT

SALT BIO, Twice Colonized

Nær

11. mai 2023 kl. 20:00

Longd

Áleið 2 tímar

Hvar

SALT

Kostnaður

DKK 90

SALT BIO, Twice Colonized

Twice Colonized (Lin Alluna, Danmark, Grønland, Kanada 2023 92 min)

Filmurin varð frumsýndur á Sundance Filmfestival í ár, og fyri stuttum var hann setanarfilmur á CPH:DOX.

“Twice Colonized”, sum hevur verið í gerð í sjey ár, sigur søguna um grønlendska sakføraran og mannarættindastríðskvinnuna, Aaju Peter.
Hon stríðst fyri rættindum hjá inuit í Arktis og vil hava eitt fast ES ting fyri upprunafólk.
Tá ein sorgarleikur rakar fólk, sum eru tætt at henni, fer Aaju at leita upp hendingar í egnari fortíð, samstundis sum hon frameftir setir sær fyri at tryggja upprunafólkinum frælsi og fólkaræði.
Men ber tað til, at broyta heimin og samstundis lekja egin sár?
Í filminum fáa vit innlit í tankar um kolonialismu, sum als ikki er av, og arbeiðið hjá Aaju Peter í Grønlandi, Danmark og nýggja heimlandinum Kanada, har hon nú býr og virkar.
“Twice Colonized” er fyrsti filmur hjá Lin Alluna. Blaðstjórin á Sermitsiaq, Dorthe Olsen, hevur peikað á filmin sum serliga týdningarmiklan. Í úrvalsgrein, sum øll kunnu lesa, verður endaði við hesum donsku orðum:
– Hvis kolonihistorien skal have et punktum, så må danskerne anerkende, at der lever grønlændere, som stadig er påvirket af historien. Den danske regering bør ligesom regeringerne i Canada og New Zealand komme med en officiel undskyldning, hvor de anerkender, at fortiden ikke kun har været god. Der er fortsat meget at arbejde for i Europa. Der er hverken et kontor eller et forum for oprindelige folk. Vi er små og ubetydelige hver for sig, men sammen kan vi være stærke, siger Aaju Peter

Hvar