Upp undir altjóða kvinnudagin fara vit aftur í ár at vísa ein film við feministiskum vinkli saman við Femifagnaðinum.
Í ár er valið fallið á The Substance, sum Solveig Hanusardóttir Olsen fer at innleiða. Fyrrverandi og aldrandi Hollywoodstjørnan Elisabeth Sparkle (Demi Moore) fær ongar leiklutir. Tí letur hon seg lættliga tøla, tá hon á svarta marknaðinum fær í boði at royna eina undursama kropsviðgerð, The Substance, hvussu vandamikil viðgerðin so er. Burturúr filmisku viðgerðin av 62 ára gomlu Demi Moore fáa vit við The Substance 30 ára gomlu Margaret Qualley.
Fyri fyrstu ferð í lívinum vann Demi Moore eina virðisløn, Golden Globe, fyri ein leiklut, og filmurin hevur fingið 55 viðislønir.
Ummælarar eru samdir um, at hóast hann dvølir við body-horror viðurskifti, er hann framúrskarandi at seta feminismu á breddan. The Substance er ein ræðusøga um, hvussu kensleyst miðlarnir framman fyri eygum okara dyrka ungar kvinnur og samstundis skúgva búnar kvinnur frá sær, sum vóru tær burturkast. Filmurin varð frumsýndur í Cannes, har leikstjórin, Coralie Fargeat (f.1976), sum sjálv hevur skrivað søguna, fekk virðisløn fyri besta handrit og lógvabrestir í ellivu minuttir.