Ferðandi týski leikstjórin, Wim Wenders, sum í 2016 var í Føroyum, hevur nú verið í Tokyo og gjørt filmin Perfect Days, sum var japanska Oscaruppskotið í ár.
Koji Yakusho, ið hevur høvuðsleiklutin sum Hirayama, ið vaskar vesi, fekk fremstu virðisløn í Cannes fyri avrikið. Koji Yakusho er kendur í japanskum filmi og bleiv heimskendur í Shall we dance (1996), sum á heimsmarknaðinum varð mest seldi asiatiski filmur.
Umframt at vaska almenn vesi í Tokyo, síggja vit, at Hirayama livir eitt stilt og friðarligt lív. Men onkra løtu fer hann hugsa um ta støðu hann er í. Hirayama fer sama stað at eta hvønn dag. Hann keypir gamlar bøkur og lesur til hann sovnar. Og meðan hann koyrir í bilinum – Wim Wenders er hin fremsti at gera road movie – lurtar hann eftir gomlum kasettubondum við Lou Reed og Patti Smith.
Úr lítillætna filminum Perfect Days, sum tók seytjan dagar at gera, og er ein minimalistisk heilsan til meistaran Yasujiro Ozu, vaksa stórar hugmyndir, sum eyðkennir ein rættan Wenders film, har gerandisdagurin verður fagnaður.