Loading Events
SALT Bio | SALT

SALT BIO: One Life

Nær

12. september 2024 kl. 20:00

Longd

Áleið 2 tímar

Hvar

SALT

Kostnaður

DKK 90

SALT BIO: One Life

One Life sigur okkum lívskveikjandi og sonnu søguna um Sir Nicholas ‘Nicky’ Winton, sum beint undan øðrum verðaldarbardaga bjargaði 669 børnum frá at falla í hendurnar á nazistum og verða fyribeind.

Nicky var bankamaður og ikki í starvi hjá vælgerandi felagsskapi av nøkrum slag. Men tá hann vitjaði í hersetta Prag fyri jól í 1938, og við egnum eygum sá, hvussu jødar vórðu viðfarnir, gjørdi hann tað, sum hann helt vera einasta rætta hjá øllum at gera í hesi støðu.

Kríggið nærkast, marknaliðin kunnu hvørja løtu verða stongd og tíðin gongur undan. Hvussu nógv børn kundi hann bjarga, innan ov seint varð? 50 ár seinni, í 1988, hevur Nicky enn marrudreymar um børnini, hann ikki megnaði at hjálpa.

Ikki fyrr enn hann í beinleiðis sjónvarpssending hjá BBC, That’s Life, møtir øllum børnunum, hann hjálpti og bjargaði, kundi hann læra seg at liva við, at tá tú ófyrireikaður rennir teg í so oyðileggandi ræðuleikar, sum í Prag 50 ár undan, er tað eg sigur, at bjarga bara einum lívi. Samstundis gjørdist ósagda hetjusøgan um Sir Nicholas ’Nicky’ Winton kend í bretska heimlandinum.

Leikstjórin, James Hawes, hevur fyrr gjørt virðisløntar sjónvarpsrøðir og filmar sum Black Mirror, Enid og The Challenger Disater.

Til filmin One Life hevur hann savnað eina røð av stjørnum sum Anthony Hopkins í høvuðsleiklutinum, Helena Bonham Carter, Jonathan Pryce og Lena Olin.

Hvar