Svenska Maria Fredriksson (f.1975) hevur gjørt henda – helst – mest sjáldsama heimildarfilm í norðurlendskari filmssøgu.
Spildurnýggi filmurin, sum allastaðni fær bestu ummæli, sigur okkum frá um tvær norskar systrar, ið fáa eitt tekin frá Gudi, um at keypa eina íbúð í fjarlagda svenska staðnum Gullspång.
Tá systrarnar koma fram, verða tær púra paff, tí húsameklarin líkist so akkurát systrini, sum tók lívið at sær fyri 30 árum síðan. Ja, tær eru sannførdar um, at tað er hon.
Tað, ið byrjaði sum ein hugnaligur fundur og stevna teirra millum, verður til ein sniðfundigan leik um lygnir, loynidómar og tann týdning, trúgvin hevur.
Onkur ummælari heldur, at amerikanski David Lynch man hava havt ein fingur ella tveir við í svenska filminum um norsku systrarnar.
Maria Fredriksson hevur stovnað kvinnuliga framleiðslufelagið Ballad Film.