Loading Events
SALT Bio | SALT

SALT BIO: LEE

Nær

3. oktober 2024 kl. 19:00

Longd

Áleið 2 tímar

Hvar

SALT

Kostnaður

DKK 90

SALT BIO: LEE

Í ævisøguliga filminum ”Lee” síggja vit Oscarvirðisløntu Kate Winslet í leiklutinum sum amerikanski fotojournalisturin Lee Miller (1907-1977). Undir krígnum fer Lee Miller, sum í bløðunum er kend sum supermodell, beint á hermótið at verða krígsfotografur fyri mótablaðið Vogue, at avdúka fjaldar sannleikar um Nazitýskland.

Hóast avbjóðingar sum kvinnuligur krígskorrespondentur, eydnast henni at taka nakrar av týdningarmestu myndum, ið eru varðveittar frá krígnum. Myndir, har hon fokuserar á tey óseku, ið kríggið raktið, og sum seinni hava verið avgerandi dokumentatión, at upplýsa eftirtíðina um, hvat hendi. Ikki tí, Lee Miller gjørdist heimskend fyri at taka eina mynd av sær sjálvari í baðikarinum hjá Hitler í gomlu íbúðini hjá honum í München.

Fotomyndin gjørdist ein visuellur metaforur um endan á krígnum. Kate Winslet, sum vit seinast hava sæð í Filmsfelagnum í ”Amonite”(2020), fær bestu ummæli nakrantíð fyri leiklutin sum Lee Miller. Umframt hana síggja vit stjørnur sum Josh O’Connor, ið vit kenna frá ”The Crown”. Hann spælir sonurin Anthony Penrose, ið er fotografur og hevur varðveitt myndirnar hjá mammuni. Fyrstu myndir hann tók, vóru av Pablo Picasso, sum í filminum verður leiktur av Enrique Arce. Svenski Alexander Skarsgård er pápin, Roland Penrose, sum eisini er surrealistiski listamaðurin, -savnarin og rithøvundurin, Lee varð gift við.

Oscarvirðislønta Marion Cotillard er Solange d’Ayen, sum var ritstjóri á Vogue og ein av yvirlivarunum eftir nazistisku týningarleðurnar undir krígnum. Hon andaðist í París, 78 ára gomul, í 1976. Árið eftir andaðist Lee Miller í Sussex í Bretlandi, 70 ára gomul.

Hvar