Børn og vaksin kunnu saman seta seg at hyggja og uppliva nýinnspælda teknifilmin um Dýrini í Vallbakkaskóginum við føroyskari talu.
Søgan, sum er skrivað fyrst í fimmtiárunum, hóskar sera væl til dagsins samfelag við teimum avbjóðingum, sum vit øll noyðast at taka støðu til. Eitt nú at eta grønt og at hugsa øðrvísi. Og við vón um eitt rættvísari samfelag, har øll kunnu liva við hvørjum øðrum og ikki av hvørjum øðrum.
Í Vallbakkaskóginum búgva nógv ymisk dýr, bæði stór og smá, við Klintrimús á odda. Hini dýrini eru m.a. tann skilagóði Skógmús-Mortan, bakarameistarin Haru-Per og Bamsu-Pól, sum er hann, ið ræður. Sjálvandi mugu vit ikki gloyma Reva-Mikkjal og Pætur Pinnagrís, sum eisini búgva í skóginum, men teir eru ikki so fittir.