Loading Events
Filmur, SALT Bio | SALT

SALT BIO: KALAK

Nær

14. mars 2024 kl. 19:00

Longd

Áleið 2 tímar

Hvar

SALT

Kostnaður

DKK 90

SALT BIO: KALAK

Filmurin Kalak, sum er gjørdur í Grønlandi, byggir á fyrstu sjálvævisøguligu skaldsøguna hjá Kim Leine frá 2007.
Leikstjóri er svenska Isabella Eklöf (f.1978), sum gjørdi filmin Holiday og skrivaði handritið til Gräns hjá Ali Abbasi, sum Filmsfelagið í báðum førum hevur víst. Í filminum Kalak fáa vit søguna um Jan (Emil Johnsen), ið rennir undan sær sjálvum, eftir at pápin hevur gjørt seg kynsliga inn á hann.

Jan er úr eini norskari bygd, Seljord, har Jehova vitni og átrúnaður hevði nógv at siga. Seytjan ára gamal fór hann til Danmarkar at búgva hjá pápanum. Nú er hann í Grønlandi, hevur familju og arbeiðir sum sjúkrasystir. Meðan fortíðin og Keypmannahavn eru langt burturi, leingist honum eftir at blíva partur av staðbundnu mentanini – at verða ein kalak, sum hann veit, er eitt tungt frámerki, ið verður hefti á ein skeivan grønlending, kalak, ið hann annan vegin velur at fata, sum um tað er sagt í kærleika, men hinvegin eisini við djúpastu vanvirðing.

Samlívið riggar ikki og friðleysur fer Jan at reika um í náttarlívinum at finna sex og rúsevni, men má sanna, at einki gerst, uttan at uppsøkja pápan og lekja teir løstir, sum liggja í fortíðini. Kalak fekk tvær virðislønir, tá filmurin varð frumsýndur á árligu filmstevnuni í San Sebastian í heyst. Leikstjórin, Isabella Eklöf, hevur skrivað handritið saman við Kim Leine og Sissel Dalsgaard Thomsen. Framleiðari er Maria Møller Kjeldgaard.
Kalak er ein stór norðurlendsk og niðurlendsk framleiðsla. Nadim Carlsen er fotografur, og fekk í San Sebastian virðislønina fyri avrikið.

Hvar