Loading Events
SALT Bio | SALT

SALT BIO: Il Boemo

Nær

11. apríl 2024 kl. 19:00

Longd

Áleið 2 tímar og 30 minuttir

Hvar

SALT

Kostnaður

DKK 90

SALT BIO: Il Boemo

Stórfilmurin Il Boeme er eitt tónlistaligt avrik um Josef Mysliveček, ið beint nú er kosið besti kekkiski filmur, sum byggir á besta handrit. Fyri avrikið fekk Il Boeme tvær gyltar kekkiskar leyvur.

Tað er leikstjórin Petri Václav (f.1967), ið tvær ferðirnar fyrr hevur vunnið sama heiður, ið nú sigur okkum søguna um kekkiska tónaskaldið Josef Mysliveček, sum var føddur í Prag 1737, og hóast hann var mentor hjá Mozart, doyði fátækur í Rom bara 43 ára gamal.

Tá hevði Mysliveček skrivað 30 operair, seks symfoniir og tólv strúkikvartettir. Il Boeme er eitt ævisøguligt drama, sum í stórari skreytuppseting lýsir tónaskaldið, sum hóast ídni og tætta knýtið til Mozart, í dag er teim flestu ókent. Internet Movie Data Base skrivar: “Looking for work as a violinist, Josef comes into the orbit of a rich young woman.

She introduces him to a hedonistic existence free from religious intolerance.
Josef gets an incredible commission: to write an opera for the San Carlo”. Umframt hugtakandi klæði og filmstøð, vekir stórbæri tónleikurin hjá Josef Mysliveček nýggjan áhuga fyri og innlit ókenda lívið hjá best umtókta operatónaskaldinum í italska 1700’talinum.

Elsta filmstíðarritið, Variety, ger eisini vart við, at veruligar operastjørnur medvirka í nýggja filminum Il Boemo, sum verður sýndur við donskum undirteksti og undirheitinum En mesters storhed og fald: ”The award-winning Czech director Petr Vaclav has created a marvelous period piece, rich in costume and music, not to mention performances by real-life opera stars.

Its glorious musical treatment is the film’s overriding pleasure. The film’s Italian milieu couldn’t be more vividly illustrated, fusing rich historical locations with grandiose design work”.

Hvar