Nýggi danski heimildarfilmurin, Før stormen, lýsir íbúgvarnar á oynni Mandø í Vadehavet, Vaðilin, sum røkkur frá Esbjerg til Den Heldur í Niðurlondum, har heitið er Waddenzee.
Úr túninum eygleiða tey veðurlagsbroytingarnar tá ódn og vatnflóð herja á. Hóast hesar hóttanir, tvíhalda tey eins og forfedrarnir um gerandisdagin á oynni. Tey 27, sum búgva á Mandø, eru von við uppgang og ógvusligt veður.
Veðurlagsbroytingarnar hava gjørt støðuna enn verri. Síðsti bóndin á oynni, Gregers, sum í ættini er hin áttandi, vil ikki gevast á hondum og flyta inn á fastlandið. Heldur vil hann finna eina konu, so tey saman kunnu reka garðin. Tá boðað verður frá stormi, fara Gregers og trúfasti hundurin at kanna gomlu flóðgarðarnar og hvørjum standi teir eru í at verja elskaða heimstaðin.
Ímeðan blæsur Mie tey hundrað ljósini á lagkøkuni, Ellen og Ingeborg gremja seg um ta mánasjúku, sum pínir tær, fuglafrøðingurin Niels er stúrin um sjáldsomu fuglarnar, ið ikki longur eru at síggja, og ferðaleiðarin, Preben, roynir at siga summargestum stuttligar søgur. Hóast tey kenna veðurlagsbroytingarnar inn at beini, vilja tey búgva her.
Filmiska lýsingin av hesum mikrokosmos er søgd í hugtakandi myndum í eyðkenda landslagnum, har himmal og hav eru í støðugari broyting millum flóð og fjøru. Filmurin verður sýndur nú Umhvørvisvika er í Havn, har havið er tema.