Loading Events
SALT Bio | SALT

SALT BIO: DREAM SCENARIO

Nær

4. apríl 2024 kl. 19:00

Longd

Áleið 2 tímar

Hvar

SALT

Kostnaður

DKK 90

SALT BIO: DREAM SCENARIO

Norski Kristoffer Borgli, 39, hevur bæði skrivað og leikstjórnað gerandisligu søguna um púra anonyma læraran Paul Matthews (Nicolas Cage), sum fólk bráddliga fara at síggja í dreymi. Tað er karmurin um svørtu komediuna um mannin, sum eingin fyrr hevur varnast, men øll nú hava sæð, tosa um og skriva um á sosialu miðlunum. Nýggja dreymatilveran, The Dream Scenario, verður trupul at ferðast og navigera í, sum var tað ein marrudreymur.
Fyri A24 hevur javnaldrandi amerikanski Ari Aster, sum fyrr hevur gjørt ræðufilmarnar Hereditary (2018) og Midsommar (2019), staðið fyri filmsgerðini. Norski Borgli hevur fyrr gjørt vælumtókta filmin Syk pike (2022). Norskir ummælarar geva nýskapandi filminum Dream Scenario besta ummæli. Aftenposten gevur fimm stjørnur og sigur, við eini siping til fyrra filmin, at hesin nýggi er “Sykt morsom”. Aðrir norskir ummælarar siga, at filmurin er “Morsom, satirisk og underfundig med et overskudd av rampete kreativitet”, og so stutt og greitt, at “Tidenes beste amerikanske film laget av en nordmann”.

LONGD: 100 MIN
ALDURSMARK: 15 ÁR
ATGONGUMERKI:

Hvar