Loading Events
SALT Bio | SALT

SALT BIO: Den, der lever stille

Nær

13. apríl 2023 kl. 20:00

Longd

Áleið 2 tímar og 30 minuttir

Hvar

SALT

SALT BIO: Den, der lever stille

Den, der lever stille

Danski leikstjórin Puk Grasten (f.1986), sum er dóttir framleiðaran Regner Grasten, hevur gjørt film úr sjálvævisøguligu metsølubókini hjá Leonoru Christinu Skov, sum í 2018 fekk virðislønina De Gyldne Laurbær frá donsku bókahandlarunum.

Hetta er søgan um rithøvundan Leonoru (Frederikke Dahl Hansen), sum eftir ein miseydnaðan uppvøkstur slítur sambandið við foreldrini. Í sjónvarpinum sær hon, at mamman (Sarah Boberg) er hevur fingið bróstkrabba og er flutt á hospice.

Leonora fer nú at ivast í minnunum frá barnaárunum, og hvat mundi vera veruleiki og uppspinn.

Pápin er í filminum Jens Albinus. Leonora Christina Skov, sum hevur skrivað djúpt persónligu søguna, sigur at nýggi filmurin fullfíggjar lesiupplivingina í bókini: – Puk Grasten har omskabt historien og universet til et nyt, originalt værk, og det kan jeg kun bifalde. Jeg synes oprigtigt, at den film er en ekstraordinær bedrift og fuldstændig tro mod de grundfølelser, som jeg om nogen kender.

Leikarir: Frederikke Dahl Hansen, Sarah Boberg, Jens Albinus

Leikstjóri: Puk Grasten

Slag: Drama

Longd: 01:47

Aldursmark: 11 ár

Hvar