Loading Events
SALT Bio | SALT

SALT BIO: Corsage

Nær

20. apríl 2023 kl. 20:00

Longd

Áleið 2 tímar

Hvar

SALT

SALT BIO: Corsage

Corsage

Eysturríkska Marie Kreutzer (f.1977) hevur sjálv skrivað og leikstjórnað ”Corsage”, ið er ein søga um heimsins fyrsta feminist – eysturríksku keisarinnuna Elisabeth, kallað Sissi (1837-1898).

Í fiktiva filminum fylgja vit stílfullu Elisabeth frá jólunum í 1877 og eitt ár fram. Fyrimyndarliga stílikonið fyllir fjøruti, og hon fer at hugsa um, hvussu fólk fata seg, unga ella gamla. ”She starts trying to maintain her public image”, sum Internet Movie Data Base so turrisliga sigur.

Meðan hon spennir korsettið, sær Elisabeth seg innibyrgda og niðurgjørda til einki annað enn kransakøkufigurin, sum tað almenna setur á borðið, tá móttøkur eru. Nú fer hon egnar leiðir at skapa sær eitt annað eftirmæli í søgubókunum.

Undir heitinum “Corsage” roynir hon at berja seg út úr avmarkandi leiklutinum, sum samtíðin setur henni. Fleirfalt virðislønta Vicky Krieps (f.1983), sum vit sóu í ”Bergman Island”, hevur høvuðsleiklutin sum feministurin Elisabeth.

Fyri avrikið fekk hon virðislønir í Cannes og á European Film Awards.

Hvar