Svenski journalisturin, Magnus Gertten, sum í 2014 gjørdi filmin Tusen Bitar um Björn Afzelius, hevur aftur gjørt ein heimildarfilm um ein stóran og fólkakæran svenskan tónleikara – trubadurin Cornelis Vreeswijk. Víðagitni og ikki sørt tiltikni sangarin vitjaði í Føroyum og sang á Jazzfestivalinum, innan hann andaðist bara 50 ára gamal í 1987.
Sum navnið avdúkar, var hann føddur í Niðurlondum. Tólv ára gamal flutti hann við foreldrunum til Svøríkis. Í Svøríki gjørdist hann plátuskald, yrkjari, sum sang tekstirnar, ið ofta vóru samfelagsliga atfinnandi, og gav teir út á plátu. Hóast pressan javnt og samt lýsti hann sum ein buldrasligan konufólkarev, ið drakk illa, verður Cornelis í svenska tónleikaumhvørvinum mettur sum fremsti svenski trubadurur.
Í hesum tvørskurði er tað, at Magnus Gertten, eins og í filminum um Björn Afzelius, eydnast at leggja lívsleiðina og avrikini hjá sangaranum opna fyri áskoðaranum.